Edva gongur ímóti samgonguni

Hon vil hava løgtingið at samtykkja játtan upp á 500.000 krónur til Frelsunarherin

– Eg vóni virkuliga, at tað fer at eydnast at fáa broyting til 3. viðgerð, so hitastovan hjá Frelsunarherinum fær betur møguleika at veita betur tænastu til tey, sum á ymiskan hátt hava brúk fyri eini hjálpandi hond.

 

Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna Sambandsfloksins, í viðmerking til tað, sum in.fo týsmorgunin skrivaði um, at samgongan ikki vil játta 500.000 krónur til hitastovuna hjá Frelsunarherinum í nýggja herberginum við Dalavegin í Havn.

 

Samgongan feldi uppskotið, tá tað var til 2. viðgerð, hóast Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum fyri tveimum vikum síðani heitti á løgtingið um at seta av hesa játtan.

 

Eins og við málinum um Barnabata, har Annika Olsen alment boðaði frá, at Barnabati fór at fáa 250.000 meira, so hevur hon eisini í hesum máli forroknað seg, tí hon hevði nevniliga ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri hesum.

 

Samgongan vildi ikki lurta eftir henni, og tá ið fíggjarnevndin viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, tók hon ikki játtanina á 500.000 krónur við.

 

Andstøðan í Løgtinginum skeyt upp at játta pengarnar, men uppskotið varð kortini felt. Um fleiri gera sum Edva Jacobsen og ganga ímóti samgongumeirilutanum, so kann uppskotið kortini verða samtykt við 3. viðgerð. Men tað krevur, at tvey samgonguumboð afturat Edvu Jacobsen skifta síðu í hesum máli.