Edmund Joensen, løgtingsmaður, fær løn frá Løgtinginum, meðan hann hevur farloyvi haðani, hóast hann hevur løntan varamann á Tingi fyri seg Edmund Joensen fær meiri enn eina millión um árið fyri sessirnar á Løgtingi og Fólkatingi. Hóast hann í gjár fór í farloyvi við fullari løgtingsløn, og ein løntur varamaður tók sæti fyri hann, heldur Edmund Joensen seg megna at røkja bæði størvini.
- Tað er ein spurningur um prioritering. Sum sambandsmaður royni eg at binda saman millum Føroyar og Danmark, og við sessi í báðum tingunum kann eg vera eitt bindilið, sigur Edmund Joensen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Meðan Edmund Joensen hevur farloyvi frá Løgtinginum, er Helgi Abrahamsen tingmaður fyri hann.
Fyri fólkatingssessin fær Edmund Joensen 570.000 krónur um árið. Umframt at flúgva ókeypis fær hann upp til 90.000 krónur fyri bústaðarútreiðslur og 72.000 krónur í kostnaðarsamsýning úr Fólkatinginum um árið. Fyri løgtinssessin fær Edmund Joensen slakar 400.000 krónur í ársløn. Tilsamans er hetta í minsta lagi 1,1 millión krónur um árið.










