Undirhaldsvinnan
Herfyri var stóra tiltakið FO-Invasion í Kulturhuset Islandsbrygge í Keypmannahavn. 300 føroyingar upplivdu mótasýningar og tónleik úr Føroyum. Ætlanin var upprunaliga, at tiltakið skuldi venda sær móti føroyskum útisetum og dønum. Men fyriskiparin Edmund Sofus Jacobsen ásannar, at marknaðarføringin mótvegis danum var eitt sindur ov seint ávegis, og tí vóru nærum bert føroyingar á tiltakinum. Men Edmund sigur samstundis, at hann hevur lært nógv av tiltakinum.
FO-Invasion var ein dreymur, ið gjørdist veruleiki fyri Edmund, ið fyri stuttum segði trygga starvið sum skipsverkfrøðingur hjá Knud E. Hansen frá sær, og brúkar nú alla tíð sína til fyrrverandi frítíðarítrivið sum tónleikafyriskipari.
Edmund er sum heild væl nøgdur við FO-Invasion. Tiltakið mól runt, og á tann hátt var tað í lagi. Eisini vóru fólk sera væl nøgd. Edmund hevur brúkt nógva tíð seinasta hálva árið við at fyriskipa FO-Invasion og fleiri av avtalunum vóru longu gjørdar í fjør.
- Meiri enn 300 fólk vitjaðu tiltakið og tóktust hesi sera glað hettar kvøldið. Eg fekk bara gott at vita og sá bara smílandi fólk, sigur Edmund. Tó vóru fleiri ting, ið kundu verið betur. M.a. sum áður nevnt marknaðarføringin. Men eisini vóru summi ting, ið irritereraðu óneyðugt greiðir Edmund frá: Eitt nú vóru avtalur við Kulturhuset Islandsbrygge, ið ikki vóru hildnar, soleiðis at fyrireikingin á sjálvum degnum varð nógv seinkað.
- Ymiskt órímiligt stakk seg upp. 3 dagar innan tiltakið kom brot á eina ára gamla avtalu, sigur Edmund og viðgongur, at tað var ikki fyrr enn langa umhugsunar tíð og samrøður við góð fólk, at hann valdi at boyggja seg fyri at tiltakið skuldi eydnast.
Á sjálvum degnum varð so tónleikaliga høvuðsnavnið Lena sjúk, men í síðstu løtu fingu tey Høgna Lisberg til at spæla eina settið fyri Lenu, so áskoðararnir fingu ístaðin fyri Lenu, bæði Lenu og Høgna.
Hevur endurreist Skarv
Síðan Skarv lat uppaftur í januar í ár, hevur Edmund Sofus Jacobsen veruliga sett síni fingramerki á føroyska útisetalívið í Keypmannahavn. Edmund hevur skipað fyri, at endurreista Skarv er vorðið eitt livandi spælistað, har bólkar úr Føroyum og onkur úr Íslandi spæla. Leygarkvøldini eru bíðirøðirnar langar uttan fyri Skarv, og hetta eigur Edmund stóran part av æruni fyri. Í vikuskiftinum var tað GBOB vinnarin Deja Vu, ið spældi fyri fullu hølunum og fyri tveimum vikum síðan Crawling Blue.
Edmund hevur seinastu árini verið sera virkin í útisetalívinum, í Nærvarp Okkara gjørdi hann fyrstu fer vart við seg, og hjálpti einu tíðina eisini við at fyriskipa tiltøk í Føroyahúsinum.
Men nú eru tað so Skarv og tiltøk kring býin, ið ofta eru í beinleiðis kapping við Føroyahúsið, ið Edmund skipar fyri. Hann sigur, at hann sjálvandi roynir at leggja tiltøkini soleiðis til rættis, at tað í minst møguligan mun er til ampa fyri Føroyahúsið og vísir á, at t.d. tá FO-Invasion varð hildið á Islandsbrygge, var skipað fyri gamlamansdansi í Føroyahúsinum, so her var talan um tveir heilt ymiskar málbólkar. Hann heldur væl at pláss er til bæði seg og Føroyahúsið, ið jú eisini ofta er leiga út til ymisk tiltøk.
Gjørt útisetalívið meira áhugavert
Tað skerst ikki burtur, at lívið sum útiseti í Keypmannahavn er vorðið nógv meira áhugavert, eftir at Edmund fór undir at skipa fyri tónelikatiltøkum. Millum nógvu góðu tónleika upplivingarnar á Skarv í ár, kunnu nevnast konsertir við Kára Sverrissyni, Sámal og Hans Ravnsfjalli, Eyðun & Terja, 200, Steintóri og Pæturi, Høgna Lisberg, Tróndi Enni, Nilfisk (Ís), Martini Joensen, Guðruni Sólja, The Reverends og Kára P. Síðst nevndi var kanska mest forkunnuga upplivingin. Tað eru liðin nógv ár síðan Kári seinast sang Súrligar nætur í Keypmannahavn í Keypmannahavn. Hetta var fyrsta veruliga konsertin, ið Kári hevur spælt á Skarv og løtan varð rørandi bæði fyri Kára P., áskoðararnar á Skarv og ikki minst eigararnar av Skarv Dánjal Petur og Kirsten Thorsteinson, ið kenna Kára væl frá tíðini, hann var útiseti í Keypmannahavn.
Heldur Edmundi uppi
Edmund Sofus Jacobsen sigur, at hann heldur tað vera stuttligt at vera føroyingur í Keypmannahavn, tá solidariteturin er uppá tað hægsta. Hann heldur tað vera sera áhugavert og til tíðir gevandi at fyriskipa føroysk tiltøk í Keypmannahavn. Tí teir eru hansara landsmenn, dámar Edmundi væl føroyingar, hetta hóast teir bæði hava ringar og góðar eginleikar.
- Kanska er tað tí, at hetta heldur mær uppi sum føroyingi, sigur Edmund at enda.










