- Hóast ES sigur seg ikki vilja revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár, kann væntast, at sildafiskiskapurin kann útloysa revsitiltøk, sum frá líður, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftir samráð við danska matvørumálaráðharran í dag
Fólkatingsmaðurin metir, at málið er ikki so einfalt, sum Mette Gjerskot ger tað til.
- Hóast ráðharrin sigur, at ES ikki vil revsa Føroyar fyri makrelfiskiskapin í ár, eru sterkar kreftir í ES, ið arbeiða hart fyri, at fáa revsitiltøk sett í verk, nú eisini ósemja er um sildafiskiskapin hjá Føroyum, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at ES-kommisserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, fyri fáum døgum síðani hótti við revsitiltøkum.