Edmund tryggjar stjórnini meiriluta

Christian H. Hansen, fólkatingsmaður, hevur í kvøld tikið seg úr Danska Fólkaflokkinum, og sostatt er Edmund Joensen tann 90. atkvøðan, sum tryggjar stjórnini meiriluta í Fólkatinginum.

-Mín støða er óbroytt. Eg havi gjørt eina avtalu við stjórnina, sum eg standi við, og eg trívist væl í tingbólkinum hjá Vinstra, sigur Edmund Joensen við Ritzau í kvøld.

Edmund Joensen sigur, at hann bara at virka sum tungan á vágskálini, um tað gerst neyðugt fyri at tryggja ein borgarligan meiriluta, tí hin føroyski fólkatingslimurin, Høgni Hoydal, atkvøður saman við andstøðuni, sigur hann.

Christian H. Hansen segði við DR í kvøld, at hann heldur fram í Fólkatinginum sum uttanflokkamaður, men at hann framvegis styðjar Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra.