Edmund stendur einsamallur

Allir limirnir í uttanlandsnevnd Løgtingins uttan Edmund Joensen eru fyri at halda fast um EFTA-limasmap sum mál Á fundi í gjár fekk uttanlandsnevndin hjá Lgtinginum at vita frá serfrøðingunum í Uttanríkisráðnum, at tað er einki standandi lyfti um, at føroyingar sleppa at umsita fiskivinnupolitikkin, um vit gerast limir í ES.

-Tí heldur ein stórur meiriluti í utanlandsnevndini fast við politikkin um limaskap í EFTA, sigur John Johannesen, formaður í Uttanlandsnevndini, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann leggur afturat, at í nevndfini er bara Edmund Joensen, sum hevur aðra áskoðan.

Tað var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgin Niclasen, sum vildi kunna nevndina, eftir at serfrøðingar í uttanríkisráðnum høvdu kannað hjá ES, um Føroyar fingu loyvi at umsita fiskivinnupolitikkin, um vit gerast limur í ES, sigur Kringvarpið.