Politikkur
Spurningurin um Føroyar sum eitt valdømi hevur verið til viðgerðar í Løgtinginum í dag.
Í seinastu løtu royndi Marjus Dam, formaður í rættarnevndini, og argur mótstandari av uppskotinum, fyrrapartin at útseta málið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Vegna nakrar tinglimir í samgonguni heitti hann á løgtingsformannin um at fáa málið útsett, tí hetta er eitt so stórt og týðandi mál, at tað eigur at fáa neyvari viðgerð. Men tað vildi løgtingsformaðurin ikki.
Edmund Joensen, sum eigur uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi, ásannaði, at talan var um eitt týðandi mál. Men hann vísti eisini á, at málið hevur fingið ta politisku viðgerð, tað skal hava eftir skipanini. Og harafturat hevur rættarnevndin tvær ferðir fingið longt tíðarfreistina.
Málið fekk hesa gongdina. Partur av samgonguni vildi hava málið aftur í nevnd, men tað broytingaruppskotið fall. 17 atkvøddu ímóti. Síðani varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá minnilutanum um gildiskomuna til eftir valið. Hetta uppskotið fall eisini. 18 vóru ímóti og 14 fyri.
Síðani varð atkvøtt um uppskotið frá meirilutanum í rættarnevndini um at hækka tingmannatalið frá 32 upp í 33. Har vóru 17 ja-atkvøður, 13 nei-atkvøður og tvær blankar.
Til síðst kom endaliga uppskotið hjá Edmundi Joensen til atkvøðugreiðslu.
Her atkvøddu 19 fyri, meðan 13 vóru ímóti. Sostatt hevur Løgtingið samtykt hetta sera umstrídda uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi longu frá komandi vali við 33 tingmonnum.
Edmund Joensen segði eftir 2. viðgerð.
- Hetta er eitt stórt og týðandi mál fyri samfelagið, og persónliga eri eg væl nøgdur við úrslitið. Eg havi verið tilhangari av einum valdømi, tí samfelagið broytist og verður bygt saman við vegum og tunlum. Vit fáa eitt betri demokrati við einum valdømi, har fólk kunnu velja tann, tey vilja. Møguleiki er fyri betri kvinnu-umboðan, greiðari býti millum land og kommunur, segði Edmund Joensen og gjørdi vart við, at hetta bert er onnur viðgerð og nú er ein 3. viðgerð eftir, og tað er ikki til at siga, um úrslitið verður tað sama.
Við so greiðum meiriluta skal nógv henda, um uppskotið fellur við 3. viðgerð, ella eitt broytingaruppskot verður samtykt.
Jóannes Eidesgaard segði eftir atkvøðugreiðsluna:
- Løgtingið hevur havt eina demokratiska, parlamentariska viðgerð, og vit mugu innstilla okkum uppá, at hetta verður framtíðin. Er tað so, at samgongan framvegis er arbeiðsfør, so verður onki nýval. Um tað mótsatta ger seg galdandi, so veit eg eisini, hvat tað merkir. Altso um eg ikki havi eina arbeiðsføra samgongu. Eg dugi ikki at siga her og nú, hvat avleiðingin kann vera, men vóni, at vit kunnu halda fram og avgreiða tey mongu málini, sum liggja á borðinum, segði løgmaður.