Edmund søkir doktara

Eins og vanligt er hjá pol­it­ik­ar­um utt­an­lands hev­ur Ed­mund Jo­en­sen, løg­tings- og fólka­­tings­maður havt sín egna sam­­skift­is­ráð­­geva. Ein sam­­skift­is­ráð­gevi er tað sum tey utt­an­lands kalla fyri »spin­doctor« - ein sum hjálp­­ir og ráð­gevur poli­­ti­k­ar­a­num.

Higartil hevur Ed­­mund Joen­sen havt ein út­búnan journ­a­­list í starvi, men hesin er nú far­in í kunn­ing­ar­starv hjá Tórs­havn­ar komm­unu.

Í starvslýsingini hjá Ed­mundi, sum er at síggja á heim­a­­síðu hans­­ara, www.ed­mund­jo­en­sen.fo stend­­u­r, at tal­­an er ikki um fast starv, tí ætl­­­anin er, at ein ella fleiri utt­anhýs­is sam­skift­­a­rar skulu kunna loysa upp­­gáv­­­u­­rnar. Og so nevn­­ir hann upp­­gáv­ur so sum stra­t­­e­g­­iska sparr­ing um sam­skift­­is­­fak­­lig­­ar og politiskar spurn­­ing­ar, at menna hug­skot á sam­­skift­is­øk­i­num, vera við til at fyr­i­reika røður í samstarvi við Ed­mund og at menna heima­síð­una.

Av førleikum væntar Ed­mund Joensen sær, at við­­kom­andi hev­ur góð sam­­starvs­evni, royndir frá fjøl­miðla­­ar­beiði, nøs fyri teirri góðu søguni, arbeiðir skjótt og er kort­ini nágreiniligur
Av útbúgving væntar Ed­mund sær, at við­kom­andi hev­ur sam­skift­is­liga, sam­felag­s­liga ella aðra líknandi út­búgv­ing - og samsýning verð­ur eftir avtalu.

Sum fólka­tings­mað­ur fær Edmund Jo­en­sen játt­an at seta fólk at hjálpa sær. Tað fáa løg­­tings­fólk ikki, men Ed­mund røk­­ir bæði løg­tings- og fólk­a­tings­starv­ið fulla tíð, so kanska sam­skift­is­ráð­gev­in hjá fólka­­tings­­mann­i­num eisini kann hjálpa løg­tings­mann­i­num.

Hin føroyski fólka­tings­mað­urin røkir eis­ini bæði størv­ini - og hann hevur eina heila um­­­si­t­ing sam­an við ørðr­um av grønlendsku fólk­a­­tings­­um­boð­unum, sum Fólka­tingið rind­ar fyri.