Edmund S. Jacobsen á P1 í morgun

Edmund S. Jacobsen, sum var við í sjónvarpsrøðini Læsegruppen Sundholm á DR2 í vár, verður at hoyra á P1 í morgun. Klokkan 11.00 danska tíð, tað vil siga klokkan 10.00 føroyska tíð, verður sendingin Sproglaboratoriet, har ein journalistur frá DR hevur vitjað Edmund heima í íbúð hansara á Amager. Edmund borðreiðir við føroyskum mati og tosa verður um leyst og fast.

Edmund S. Jacobsen er hálvavegna eitt kent andlit í donskum miðlum eftirhondini. Í átta pørtum viðgjørdi hann bøkur saman við trimum øðrum heimleysum í áður umrøddu sjónvarpssending. Í samband við hetta gjørdu fleiri avísir nógv burtur úr, eitt nú Politiken og fleiri lokal avísir, har prátað var við Edmund S. Jacobsen.

Eftir Læsegruppen Sundholm hevur Edmund S. Jacobsen eisini verið partur av tiltakið, ið róptist Fælles Ansvar 2, sum kendi danski sjónvarpsverturin Rasmus Botoft var við at skipa fyri.

Í dag verður Edmund S. Jacobsen so at hoyra í danska útvarpinum, tá hann tosar við danskan journalist í ein hálvan tíma klokkan 10.00 føroyska tíð. Sendingin kann hoyrast á heimasíðuni hjá DR, dr.dk.

Edmund S. Jacobsen er hoyvíkingur og 41 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari og skipsverkfrøðingur, men livdi eitt skifti sum heimleysur í Keypmannahavn. Tí var hann við í sjónvarpssendingini Læsegruppen Sundholm. Millum útisetar í Keypmannahavn er Edmund einamest kendur sum maðurin handan mongu føroysku tiltøkini í býnum.