Edmund rýmir í protest

Fyri aðru ferði hesa vikuna rýmdi Edmund Joensen av tingfundi. Orsøkin er, at hann kallar stjørnarlógaruppskotið ólógligt, og vil tí ikki verða við til at viðgera tað.

Edmund Joensen, tingmaður fyri sambandsflokkin, tók í gjár fyri aðru ferð innan fyri eina viku tað óvanliga stigið, at rýma av einum tingfundi í protest.
- Tað er málið um stjórnarskipan Føroyaq, ið er til viðgerðar, og eg tók so orðið, tá mín tíð var komin og boðaði frá, at eg ætlaði ikki at luttaka í viðgerðini av hesum málinum, tí málið er brand ólógligt, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at tað er soleiðis, at skal eitt slíkt mál leggjast fyri Tingið, so skal tað verða í samsvar við tær yvirorðnaðu lógir, sum vit hava. Tað vil siga okkara egnu stýrisskipan, okkara egnu tingskipan, heimastýrislógina og grundlógina.
- Og tað er hetta uppskotið ikki, og tað greiddi eg frá á Løgtingsins røðarapalli, samstundis sum eg boðaði frá, at eg ætlaði mær ikki at luttaka í hesi viðgerðini, og fór tí út úr tingsalinum, sigur Edmund Joensen.
Í gjár kom so málið fyri aftur. Atkvøðast skuldi um, hvørt tað skuldi setast ein grein 25-nevnd.
- Eg gjørdi á sama hátt sum mánadagin, at tá formaðurin boðaði frá, at nú kom málið til viðgerðar, so fór eg út úr Tinginum, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at tað bar sær ikki til gjøgnum samgonguna at forða fyri, at málið kom fyri Tingið í hesum líki, tí tað var ein einstakur tinglimur, sum setti málið fram.
Tað er formaðurin í teirri nevndini, sum var framman undan, Poul Michelsen, sum einsamallur hevur lagt málið fram.
- Tá tað so kom til atkvøðugreiðslu, um málið kundi koma fyri Tingið, atkvøddi eg saman við restini av Sambandsflokkinmímóti, sigur Edmund Joensen.

Burturspilt
Løgtingslimurin sigur, at umsitingin í Løgtinginum mælti til at burturvísa málinum, men tá ein meiriluti í Løgtinginum kortini samtykkir at taka málið upp, er einki annað at gera, enn at mótmæla einsamallur.
- Tingið kann ikki ganga á odda at bróta landsins lógir og so vænta, at borgarin skal respektera og hjalda tær somu lógirnar, tað ber ikki til, sigur Edmund Joensen.
Tað er rættiliga óvanligt, at tinglimir bara soleiðis rýma í protest, heldur enn at verða verandi og átala skeivleikarnar frá tingsins røðarapalli.
- Tað gjørdi eg eisini. Eg tók orðið, tá mín tíð var komin og greiddi frá, hvat eg helt um hetta málið. Eg vísti á, at tað var brand ólógligt og vísti á hví, sigur Edmund Joensen.
Og hann leggur aftrat.
- Málið er fyri tað fyrsta í stríð við okkara egnu stýrisskipan, tingskipan, heimastýrislóg og grundlóg, og tí ber als ikki til at viðgera tað í Tinginum. Skal eitt slíkt mál viðgerast, má tað gerast á lógligan hátt, og tað ber væl til at gera. Men tað hevur Tingið ikki valt. Tingið hevur valt tann ólógliga mátan, og tí vil eg mótmæla, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at málið eisini er púra meiningsleyst á tann hátt, at allir løgfrøðingar við virðing fyri lógum og reglum siga eisini, at sjálvt um hetta arbeiðið verður gjørt liðugt, hevur tað ikki rættargildi.
- Tað fær als ikki gildi, tá tað er ímóti teimum yvirorðnaðu lógunum, sigur edmund Joensen.