Fólkatingsvalið nærkast í hvørjum, og í morgin fer Sosialurin at avdúka veljarakanning, sum vísir, hvønn føroyingar ætla at velja á fólkating.
Tað verður uttan iva ein av næstu týsdøgunum, at Helle Thorning-Schimdt, forsætisráðharri, fer at skriva út fólkatingsval. Seinasta fólkatingsval var 15. september í 2011, og tí er hesin dagur í ár seinasta freist. Men í Danmark verður tað tikið sum givið, at fólkatingsvalið verður fyri summarfrítíðina.
Tað er ikki siður í Danmark, at fólkatingið situr í fýra ár á tamb, eins og siður er hjá løgtinginum í Føroyum.
Í ovurmorgin kemur Angela Merkel, týski kanslarin, á almenna vitjan í Danmark, og verður fólkatingsval ikki skrivað út tann dagin. Júst vitjanin hjá Merkel kann gagna Helle Thorning-Schmidt og seta fokus á kvinnuligar stjórnarleiðarar – og tí er hugsandi, at fólkatingsval verður skrivað út týsdagin í næstu viku – og so verður valið 26. mai. Um ikki vænta eygleiðarar í Danmark, at valið verður skrivað út at verða annaðhvørt 2. juni ella 9. juni. Ikki seinni enn tað.
Danmark Radio sýndi herfyri áhuga fyri fólkatingsvalinum í Føroyum. Tað vóru veljarakanningarnar í Sosialinum, sum gjørdu Tjóðveldi til næststørsta flokk, sum vakti áhugan hjá Danmarks Radio, sum ímyndaði sær støðuna, um Føroyar valdu tvey umboð, sum stuðlaðu reyðu stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt. Tað kundi fingið ávirkan á, um danir fáa reyða ella bláa stjórn. Seinasta kanningin í VikuskiftisSosialinum broytti tó støðuna hjá Tjóðveldi.
Fynd hevur eisini spurt fólk, hvønn tey velja at umboða Føroyar á fólkatingi, og tann veljarakanningin verður avdúkað í Sosialinum í morgin. Ofta er stórur munur á, hvussu fólk velja til løgtingsval og fólkatingsval, so tí skal ikki gangast út frá, at tølini frá løgtingsvali kunnu flytast til fólkatingsval.
Spurningurin er, um verandi fólkatingsmenn hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale verða afturvaldir. Javnaðarflokkurin hevur havt sera góðar veljarakanningar til løgtingsvalið seinastu tíðina, men tað hevur Sambandsflokkurin ikki. Spurningurin er tó, um laka undirtøkan hjá løgmanni og Sambandsflokkinum ávirkar fólkatingsvalúrslitið hjá Edmundi Joensen – sum annars ikki partur av løgtingsmanning Sambandsfloksins.
Tað frætta vit meira um í Sosialinum í morgin.










