Tað eydnaðist ikki landsstýrinum at fáa samgonguna at standa saman um bjargingarætlanina fyri Smyril Line. Edmund Joensen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti
Av teimum 20 samgongutingfólkunum atkvøddu sekstan fyri uppskotinum um at lata landsstýrið seta upp til 30 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Smyril Line.
Aksel Johannesen úr Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt við aðru viðgerð, men atkvøddi fyri við triðju viðgerð. Edmund Joensen og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti. Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum clearaðu hvønn annan, meðan Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum var burturstaddur.