- Uppskotið hjá Edmundi Joensen um at gera Føroyar til eitt valdømi, lýkur neyvan allar tær treytir, sum eiga at verða settar til eitt slíkt uppskot.
Tað heldur Halgir Winther Poulsen, lógfrøðingur.
À Trapputinginum í gjárkvøldið um at gera Føroyar til eitt valdømi, helt hann, at nú Føroyar hava verið sjey valdømi í yvir hálvtannaðhundrað ár, má spyrjast, hví tað hevur slíkan skund at broytt lógina aftur, at tað so avgjørt mátti verða her og nú, beint uppundir eitt val.
Hann vísti á, at vallógin er ikki ein hissini lóg, tí tað er ein av krumtappunum í okkara fólkaræði.
Í øllum førum helt hann, at skal vallógin broytast, eigur tað at verða so væl grundgivið og so væl fyriskipað, at broytingin fær undirtøku frá stórum parti av løgtinginum
Ikki sannførandi
Í uppskotinum um at gera Føroyar til eitt valdømi, eru nógvar grundgevingarnar fyri, hví tað er neyðugt.
Men løgfrøðingurin setti spurnartekin við hesar grundgevingar.
Ein grundgeving er, at Løgtingið skal verða betri ført fyri at føra landspolitikk. Samstundis verður ført fram, at kommunurnar skulu styrkjast og hava fleiri málsøki at umsita.
- Spurningurin er um ikki akkurát hetta ger, at tað er óneyðugt at broyta vallógina, tí fáa kommunurnar fleiri málsøki at umsita, verður so mikið minni hjá Løgtinginum at gera og tí er hetta ikki eitt sannførarandi grundgeving fyri at broyta vallógina.
- Men verða kommunurnar styrktar so Løgtingið fær minni at gera, er kanska eisini grundarlag fyri at minka tingmannatalið.
Í hesum sambandi nevndi ein áhoyrari, at verða kommunurnar styrktar, kann talið á løgtingslimum lækkast úr 32, niður í 16, samstundis sum Føroyar verða eitt valdømi.
- Lat okkum so síggja, hvør tinglimur atkvøður fyri, legði hann afturat.
Ein onnur grundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, er at fólkatalið í ymsum valdømum er broytt so nógv við tað, at Suðurstreymoy og Eysturoy eru munandi vaksin, samstundis eru Suðuroy og Sandoy munandi minkað.
- Er tað hetta, sum tekur grundarlagið undan valskipanini, vit nú hava, ber tað til at loysa tann trunpulleikan við at broyta talið á umdømisvaldum í teimum ymsu valdømunum, so at tað samsvarar við fólkatalið.
- Tað er tann logiska loysnin upp á hendan trupulleikan, heldur enn at leggja allar Føroyar saman í eitt valdømi.
Edmund Joensen førir eisini fram, at verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at føra við sær, at fleiri kvinnur sleppa á ting.
- Men tað er onki í uppskotinum, sum styðjar hesum uppáhaldinum.
Halgir Winther Poulsen vísti á ein nógv effektivari máta at fáa fleiri kvinnur á ting.
- Vit skulu innføra tað skipan, at ongin tinglimur kann stilla upp tríggjar ferðir á rað. Tað merkir, at ongin tinglimur skal sleppa at sita longri enn tvær setir.
- Tað fer at gera tað munandi lættari hjá nýggjum valevnum, eisini kvinnum, at sleppa framat.
Spurningurin er eisini um eitt valdømi fer at gera tað lættari at fáa nýggj fólk upp í politikk.
- Tað kann verða skilagott, at eitt skilafólk í Svínoy eisini kann fáa atkvøður úr Sumba. Men vansin er at ein rukka úr Sumba, sum ongin sumbingur vil hava á ting, fær atkvøður úr øllum landinum. Ì
Í hesum sambandi legði hann dent á, at bygdirnar vóru nevndar púra tilvildarliga, sum tvey dømi.
Tað finst ein effektivur máti, at fáa fleiri kvinnur á ting, heldur Halgir Winther Poulsen, hm. Undir liðini á honum situr Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur