Edmund kannar tingskipan

Løgtingsformaðurin heldur, at orðaskiftið um fíggjarlógina er óskipað og fer av kós, tí tingskipanin er ov leys. Hann kundi hugsað sær at broytt skipanina og kannar nú undirtøkuna í hinum flokkunum fyri broytingum

Løgtingsformaðurin tekur fult undir við, at orðaskiftið um fíggjarlógina mangan fer av sporinum, tí tað er ov illa skipað. Tað er Edmund Joensen sjálvur sum formaður, ið skal halda skil á orðaskiftinum, men hann heldur tað vera trupult við tí skipan, vit hava, tí tingmenn fara at reika.

? Eg haldi tað hevði verið upp á sítt pláss at fingið eina meiri struktureraða viðgerð, tí tað er torført at stýra orðaskiftinum, sum nú er. Í dag er tað orðaskiftið um løgmansrøðuna, ið er ætlað at vera tað breiða høpi, har tingmenn og flokkar fáa høvi at markera seg. Men orðaskiftið um fíggjarlógina er vorðin ein endurtøka av løgmansrøðuni. Í viðgerðini av fíggjarlógini eiga vit meira konkret at halda okkum til yvirskipaðu raðfestingina av pengunum í samfelagnum, sigur Edmund Joensen.

Løgtingsformaðurin kundi hugsað sær eina viðgerð, har farið verður ígjøgnum einstøk øki og einstøk mál. Mentamál, heilsumál og vinnumál fyri seg, men tað krevur, at tingskipanin verður broytt.

Edmund Joensen ætlar sær nú at spyrja flokkarnar, hvat teir halda um at skipa fíggjarlógarviðgerðina øðrvísi. Skal tingskipanin broytast, krevur tað bara, at flokkarnir samtykkja tað, og so fer broytta skipanin at virka frá komandi tingsetu. Tingskipanin varð seinast broytt í 1999.