- Føroyska og grønlendska uppsparingin mugu vera fullkomiliga tryggar, og bankar í Føroyum og Grønlandi mugu hava somu treytir og varðveita síni rættindi, nú Europasamveldið arbeiðir við at skipa eitt felags europeiskt fíggjareftirlit.
Hetta fer eisini at ávirka fíggjareftirlitið í Danmark.
- Føroyar og Grønland eru integreraðir partar av fíggjarøkinum í ríkinum, og tí má ongin ivi vera um, at eftirlitið við føroyskum og grønlendskum bankum framhaldandi verður á hægsta stigið, sigur Edmund Joensen.
Eisini skal uppsparingin hjá føroyingum og grønlendingum standa fullkomiliga trygg í okkara bankum, um so er, at Danmark verður við í einum einum felags fíggjareftirliti í Evropa.
Fólkatingsmaðurin sigur, at ætlanin varð umrødd á ES-toppfundinum hósdagin og fríggjadagin í farnu viku.
- Enn eru nógv ivamál, og ov tíðliga er at siga, hvat spyrst burtur. Støðan hjá stjórnini og Fólkatinginum til málið er eisini ógreið, tí Danmark er ikki partur av evruøkinum.
Føroyski fólkatingsmaðurin var í dag á fundi í Uttanríkispolitisku nevndini og í Europanevndini hjá Fólkatinginum.
Í Europanevndini legði Edmund Joensen forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt, eina við, at sama, hvørja støðu Danmark tekur, hevur stjórnin sum uppgávu at tryggja, at føroyskir og grønlendskir bankar og uppspararar ikki verða verri fyri, ella missa rættindi aftur ímóti øðrum bankum og uppspararum í ríkinum.
Forsætisráðharrin sigur, at stjórnin tekur málið um fíggjareftirlit í Føroyum og Grønlandi í størsta álvara.
- Eisini upplýsti ráðharrin, at stjórnin í løtuni kannar, hvussu tað løgfrøðiliga grundarlagið er, og hvussu praktisku viðurskiftini verða, um farið verður yvir til eitt felags europeiskt eftirlit.
Føroysk og donsk embætisfólk samskifta um málið, men Edmund Joensen heldur, at hetta eisini eigur at koma upp á politiskt stig, tí fíggjareftirlit og innskjótaratrygd eru stór og álvarslig mál.
Fólkatingsmaður Sambandsfloksins hevur sett donsku stjórnini heilar átta spurningar um málið.
Eitt, hann vil hava at vita í hesum sambandi, er, hvussu stjórnin ætlar at tryggja, at innskjótaratrygdin og eftirlitið við peningastovnum í Føroym og Grønlandi framhaldandi verður á hægsta stigi, um broytingar verða gjørdar í fíggjareftirlitinum í Danmark.
- Føroyingar og grønlendingar hava greiðan áhuga í, at eftirlit, innskjótaratrygd og aðrar trygdarskipanir fylgja somu reglum og eru á sama stigi sum í Danmark og restini av Europa.
- Hesar skipanir hava aftur og aftur bjargað okkara samfelag undan búskaparligum skrædli og tryggjað alla uppsparing í Føroyum. Skipanirnar tryggja eisini kappingarførið í fíggjarvinnuni, sigur Edmund Joensen.