Klokkan 09.15 í morgun er fundur í Europanevnd Fólkatingsins, og har fer Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, at seta uttanríkisráðharranum, Martin Lidegaard, nakrar spurningar um viðurskiftini millum ES, Føroyar og Arktis.
Edmund Joensen sigur, at hann fer eisini at mæla uttanríkisráðharranum til, at hann á fundi í Brússel í komandi viku greiðir ES-uttanríkisráðharrunum frá, at handilsboykottið ímóti Føroyum ikki er í samsvari við ES-politikkin um at samstarva við londini í Arktis, herundir Føroyar.
Fundurin í Europanevndini byrjar kl. 09.15 og kann síggjast beinleiðis VIÐ AT TRÝSTA HER