Í dag fyllir Edmund Joensen, fólkatingsmaður, 70 ár.
Edmund Joensen hevur roynt seg í øllum liðum í føroyskum politikki. Hann gjørdist landskendur, tá hann varð valdur á ting í 1988 – og tá hann tók við sum formaður í Sambandsflokkinum í 1990.
Hann gjørdist formaður, tí at Pauli Ellefsen brádliga boðaði frá, at hann legði frá sær sum floksformaður, og at hann heldur ikki fór at stilla upp til næsta løgtingsval, sum eftir røttum átti at havt verið í 1992. Men val varð útskrivað at vera 17. november í 1990, og soleiðis varð Edmund Joensen tveittur út í valstríð stutt eftir, at hann hevði tikið við sum formaður.
Í protestvalinum í 1994 var tað bara Sambandsflokkurin av teimum stóru flokkunum, sum stóð seg væl. Hann gjørdist størstur flokkur, og Edmund Joensen gjørdist løgmaður, og sat sum løgmaður til fullveldissamgongan tók við eftir valið í 1998.
Í 2001 var stríðsval um formanssessin í Sambandsflokkinum, og Listbeth L. Petersen stillaði upp ímóti formanninum. Úrslitið gjørdist, at hon vann á Edmundi Joensen.
Um sama mundið, sum Edmund Joesen skipaði samgongu í 1994 varð hann valdur á fólkating. Men hann møtti ongantíð, tí hann sat sum løgmaður – eisini tá fólktatingsvalið var í 1998, tá Sambandsflokkurin misti fólkatingsmannin til Javnaðarflokkin. Johannes Martin Olsen á Strondum møtti fyri Edmund Joensen í fólkatinginum hesi árini.
Eftir løgtignsvalið í 2002 varð Edmund Joensen valdur til løgtingsformann. Orsøkin til at hann sum andstøðutingmaður varð valdur, var at ósemja varð í fullveldissamgonguni, sum ikki megnaði at skipa seg áðrenn fyrsta tingfundin.
Í 2007 varð Edmund Joensen aftur valdur á Fólkating – og á valinum í 2011 varð hann afturvaldur, og har situr hann enn.
Edmund Joensen stillaði ikki upp á løgtingsvalinum, sum varð stutt eftir fólkatingsvalið í 2011. Hann hevur soleiðis sitið á tingi í 23 ár og sitið sum løgamður í fýra ár. Hann hevur higartil sitið í Fólkatinginum í seks ár, umframt at hann hevur havt farloyvi úr Fólkatinginum í fýra ár.
Áðrenn Edmund Joensen kom upp í landspolitikk í 1988 var hann virkin í kommunalpolitikki og sat í bygdarráðnum í Sunda kommunu frá 1970 til 1980.
Edmund Joensen er Riddari av Dannebrog á 1. stigi og hevur móttikið kommandørkrossin frá Margrethu Drotning.
• 1995 Ridder af Dannebrog
• 1997 Ridder af Dannebrog af 1. grad
• 2005 Kommandørkorset