Edmund Joensen, Sambandsflokkurin: Best við fólkaatkvøðu

Sambandsflokkurin vildi fegin havt eina ráðstevnu um framtíðar viðurskiftini millum ríkispartarnar

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum helt ikki, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum kundi vera eitt ískoyti til uppskotið hjá Landsstýrinum, tí í hesum føri er talan um eitt lógaruppskot, meðan uppskotið hjá samgonguni var eitt uppskot til samtyktar.

? Borið saman við uppskotið hjá Landsstýrinum, so er í hesum førum talan um eitt demokratiskt uppskot við støði í tí, sum løgtingið samtykkir, segði Edmund Joensen, sum eisini vísti á, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum eisini var rættuliga nógv bíligari, enn uppskotið hjá samgonguni.

? Hetta er eitt innbjóðandi uppskot - allir møguleikar standa opnir. Um tað verður við støði í Heimastýrislógini og innan fyri grundlógina, teir ætla at arbeiða, so er uppskotið áhugavert, helt Edmund Joensen.

Hann vísti kortini á, at Javnaðarflokkurin hevur tosað nógv um sjálvstýrislóg, sum røkkur at loysingini. Hann helt eisini, at tykist, sum um Javnaðarflokkurin so fegin vil seta sítt fingramerkið á uppskotið hjá Landsstýrinum.

Edmund Joensen vísti á, at eftir teirra tykki er talan um tvinnar møguleikar:

? Annaðhvørt er tað sambandsleiðin - við eini dagføring av heimastýrislógini, ella er tað loysingarleiðin hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, sum hevur ein ynskidreym um at varðveita rættindini innan fyri ríkisfelagsskapin.

? Men tað gongur ikki - tað ber ikki til at varðveita rættindini - og slíta frá Danmark, segði Edmund Joensen.

Annars vísti formaður sambandsfloksin á, at vit hava ment okkum innan fyri Heimastýrislógina við sambandinum við Danmark.

? Í veruleikanum hava vit størri frælsi enn Danmark, Svøríki og Finnland,s um fyrst mugu spyrja í Brússel, segði hann.

Hann bar eisini støðuna saman við støðuna hjá londum sum Tibet, Tjetjenia, Kosovo, Albania o. fl., og segði, at vit hava tað so nógv betri, enn hesi londini - og so spurdi hann:

? Skulu vit tveita alt burtur fyri nakrar fjarar sjálvstýrisdreymar?

Nei, tað heldur Edmund Joensen ikki. Hann vísti eisini á, at tað so víst hava verið trupulleikar við samskiftinum við Danmark, og tók í hesum føri bankamálið sum dømi, men hesir trupulleikar helt hann ikki vera størri enn sum so, at teir kunnu loysast.

Annars vísti Edmund Joensen eisini á, at onnur lond hava størri minoritetstrupulleikar.

? Bretar hava trupulleikar við írum, skotum o. s. fr. Noreg hevur trupulleikar við samunum og Finnland hevur trupulleikar við álendingum. Eingin hevði droymt um at stuðlað okkum, tí vit hava í veruleikanum nógv størri sjálvstýri, segði Edmund Joensen.

Víðari vísti Edmund Joensen á, at um vit skulu gera bro-ytingar í samstarvinum Danmarkar og Føroya ímillum, eigur hetta ikki at vera gjørt uttan vi fólkaatkvøðu, og helt hann, at ein dagføring av heimastýrislógini best tryggjar okkum øll viðurskifti, vit kunnu droyma um.

Hann segði, at Sambandsflokkurin er sinnaður sakliga at viðgera uppskotið frá Javnaðarflokkinum - hóast sambandsmonnum best hevði dámt, at vit fyrst høvdu skipað fyri eini fakligari ráðstevnu.