Edmund Joensen rýmdur av tingfundi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tók fyri eini lítlari løtu síðani tað avgerð, at rýma av løgtingsfundinum. Løgtingið viðgerð í dag uppskotið um stjórnarskipan Føroya, men hetta er ein viðgerð, sum umsitingin hjá Løgtinginum sigur, bæði er ímóti stýrisskipanini, sum nú er í gildi, umframt ímóti heimastýrislógini, grundlógini og tingskipanini.

-Tí er hendan viðgerðin ólóglig og eg ætli mær ikki at vera partur av henni, segði Edmund Joensen.

Sostatt pakkaði hann tað, hann hevði av pappírum, saman og fór av fundi.

Fleiri tinglimir høvdu viðmerkingar og spurningar til Edmund Joensen og undir vanligum umstøðum hevði tinglimurin, sum hevði orðið, bíðað uppi við røðarpallin, har hann hevði svarað viðmerkingum og spurningum.

Men her spurdu tinglimir út í tóman heim, tí Edmund Joensen rýdi so brádliga, at hann var heldur ikki til taks at svara