Edmund Joensen hevur drúgvar politiskar royndir. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1988 og hevur sitið síðani. Hann var løgmaður frá 1994 til 1998, og hann var løgtingsformaður frá 2002 til 2008. Hann varð valdur í fólkatingið í 1994, men hevði varamann fyri seg, meðan hann var løgmaður. Hann var afturvaldur á fólkating í 2007 og afturvaldur á valinum hósdagin.
Men tað merkir eisini, at Edmund Joensen fær lønarhækking, tí frá í dag at rokna fær hann bæði fólkapensjón og samhaldsfasta. Grundupphæddin í fólkapensjónini fyri giftar pensjónistar er 3.313 krónur, og gjaldið úr Samhaldsfasta er 2.500 krónur. Báðar hesar upphæddir eru skattafríar. Tað vil siga, at Edmund Jonensen frá í dag at rokna fær eina skattafría lønarhækking upp á 5.813 krónur oman á fólkatingslønina og løgtingslønina.
Tá Edmund Joensen seinni í vetur leggur frá sær sum løgtingsmaður, fær hann hægstu løgtingsmannapensjón. Men av tí at hann eisini fær løn sum fólkatingsmaður, so kann hann ikki fáa meira í fólkatingsløn pluss løgtingspensjón enn í mesta lagi tað, sum hægsta tænastumannalønin er, slakar 58.000 krónur, so tí fær hann ikki fulla tingmannaeftirløn.
Men oman á hesar 58.000 krónurnar fær hann so tær sløku 6.000 krónurnar sum fólkapensjónin og Samhaldsfasti geva.










