Edmund Joensen er opin og erligur

Føroyski fólkatingmaðurin gevur nú bók út um tíðina sum føroyskur fólkatingsmaður

Eg eri bæði opin, erligur og persónligur.

Tað sigur Edmund Joensen sjálvur um eina nýggja bók, hann nú gervur út.

Bókin er um tíðina, hann hevur verið føroyskur fólkatingsmaður og her greiðir hann frá sínum upplivilsum á Christiansborg

- Semjur og stríð, lógarsmíð, avtalur og truplar avgerðir, taktisk støðutakan, valstríð og stuttligar løtur eru við í bókini, sigur hann.

 

Hóast Edmund hevur drúgva og hendingaríka politiska fortíð, er ikki talan um ævisøgu ella endurminningar. Tvørturímóti er innihaldið nýtt og aktuelt fyri føroyingar og Føroyar í dag, sigur hann og hon gevur lesaranum, innlit í tað, sum fyriferst aftanfyri politiska leiktjaldið á Borgini og á politisku leiðini millum Føroyar og Danmark.

 

- Fólkatingsmaðurin við teimum drúgvu royndunum varpar ljós yvir politiska landslagið. Hann setur spurnartekin við politikk og samfelag og hevur boð uppá loysnir og gongdar leiðir fyri Føroyar og føroyingar.

Men rúm er eisini fyri persónligum upplivingum, góðum og minni góðum tilburðum í hansara politiska lívið um fólkatingsmaður.