Edmund Joensen: Eik spældi við Skrásetingina

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er avgjørdur.

- Eitt eftirlit, sum etur úr hondini á teimum, sum eru undir eftirliti, er einki eftirlit.

Tað sigur Edmund Joensen, nú hann hevur fingið svar úr Vinnumálaráðnum upp á sínar skrivligu fyrispurningar um leiklutin hjá Skráseting Føroya í málinum um Eik-banka.

Hann heldur, at svarið frá landsstýrismanninum, vísir, at Skráseting Føroya svav í tímanum sum grunnaeftirlit, tá tilsøgn varð givin Eik Grunninum at lata Eik Banka kapital.

Tað vísir seg í fyrsta umfari, at Skrásetingin gjørdi einki sjálvstøðugt arbeiði fyri at tryggja sær upplýsingar um støðuna í Eik Banka, tá Eik Grunnurin fekk tilsøgnina.

- Tvørturímóti gav Skrásetingin tilsøgnina við støði í upplýsingum frá Eik Grunninum, sum Skrásetingin einki gjørdi fyri at eftirkannað. Tað sjálvstøðuga arbeiðið manglaði, og tað tykist sum bara autopiloturin var tendraður, sigur Edmund Joensen.

Hóast Skráseting Føroya, sum er almennur myndugleiki og skal fylgja fyrisitingarlógini, og tískil hevur notatskyldu, so er eingin dokumentatión í Skrásetingini fyri samskiftið millum Skrásetingina og Eik Grunnin.

Eingin fundarfráðgrein og einki notat.

- Tað kann heldur ikki góðtakast. Ein avgerð, sum Skrásetingin sjálv metir hava stóran týdning fyri bankakervið í Føroyum, má og skal vera til skjals, sigur Edmund Joensen.

Upplýsingarnar, sum koma fram í svarinum frá Vinnumálaráðnum máa álitið undan Skráseting Føroya, heldur Edmund Joensen.

- Er einki álit, so fær eftirlitsmyndugleikin ikki útint sítt arbeiði, og tað er ein óhaldbar støða, sigur Edmund Joensen.

Hann heldur, at landsstýrismaðurin sleppur ikki undan at staðfesta sína ábyrgd í hesum málinum. Landsstýrismaðurin noyðist aktivt inn í málið, og tað má fáa neyðugu avleiðingarnar, um borgararnir skulu kenna seg tryggar við eftirlitið.

Málið um Skrásetingina og Eik Grunnin er fyri á tingfundinum, tá Johan Dahl, landsstýrismaður, svarar fyrispurningi frá Edmundi Joensen.

Lesið svarið frá landsstýrismanninum her