Edmund Joensen bjargar donskum orkestri

Føroyski fólkatingsmaðurin verður avgerandi atkvøðan

 

 

Føroyski fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, verður tungan á vágskálini í eini roynd at bjarga undirhaldsorkestrinum hjá Danmarks Radio.

Fyri at spara pengar, hevur Danska kringvarpið ætlað at niðurleggja navnframa og søguliga undirhaldsorkestrið.

Men nú ætlar andstøðan í Fólkatinginum at forða fyri, at orkestrið verður niðurlagt.

Og tungan á vágskálini verður Edmund Joensen.

 

Tað krevur 90 atkvøður í danska Fólkatinginum fyri at fáa eitt mál samtykt í Fólkatinginum og tey, sum hava í hyggju at bjarga 75 ára gamla orkestrinum, eru

Danski Fólkaflokkurin, Konservativu, Eindarlistin og Vinstri.

Men tað síðstu, og avgerðandi, atkvøðuna, fáa tey frá føroyska fólkatingsmanninum, Edmundi Joensen.

 

Vit hava spurt frá Edmund Joensen, hví tað hevur so stóran týdning fyri ein føroyskan fólkatingsmann at bjarga undirhaldsorkestrinum hjá danska kringvarpinum.

 

Edmund Joensen sigur, at í vár og summar hevur hann verið verið við til at gera eina miðlaavtalu í Fólkatinginum.

 

Orsøkin til tað er, at hann fekk við í avtaluna, at Danska Kringvarpið skuldi hava fleiri sendingar úr Føroyum og Grønlandi fyri at økja um kunnleikan til hesi londini.

 

Tað kom við í avtaluna, tí tað hevur ofta verið fýlst á, at danir vita ov lítið um Føroyar, men nú skal so bøtast um tað við meiri kunning í danska kringvarpinum.

 

Og nú danski mentamálaráðharrin, Marianne Jelved, samráðist við Danska kringvarpið um eina nýggja miðlaavtalu, vil meirilutin í Fólkatinginum tryggja, at undirhaldsorkestrið verður ein partur av avtaluni og hesum meiriluta er Edmund Joensen við í.

 

Annars heldur hann ikki, at hetta er at leggja seg út í donsk viðurskifti.

- Báðir fólkatingslimirnir úr Grønlandi, og hin fólkatingsmaðurin úr Føroyum, Sjúrður Skaale, atkvøða við donsku stjørnini, sum ikki vil áleggja danska kringvarpinum at varðveita orkestrið.

 

- So føroysku fólkatingslimirnir blanda seg upp í málið, hvussu víkir og vendir. Tað einasta, mín aktvøða verður brúkt til, er í grundini at annulera atkvøðuna hjá Sjúrði Skaale, sigur Edmund Joensen.