Tað tykist sum eitt høvuðsendamál í sjálvum sær hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, at seta føroyska Uttanríkisráðið og undirritaða í ringt ljós
Vit kenna hendan framferðarhátt, sum hevur grivið so nógvar gjáir í føroyskan politikk og hevur gjørt tað trupult at røkja føroysk áhugamál í útheiminum á skilvísan hátt. Men hetta er so hansara val og rættur at gera – vit kunnu bert harmast um, at vit ikki eru komin longur fram á leið í føroyskum politikki.
Men tað kann ikki góðtakast, at Edmund Joensen støðugt velur at bera rong tíðindi og ósannindi fram, sum skulu tæna hansara persónligu endamálum
Lat meg bert nevna nøkur teirra:
1. “Bygningur í New York”
Í tíðindaskrivi leggur Edmund Joensen meg undir at hava sagt, at Uttanríkisráðið ætlar at keypa ein bygning í New York. Hesi tíðindi eru ósonn, og íspunnin av Edmundi Joensen.
2. “Alment dulsmál”
Í sama skrivi sigur Edmund Joensen, at føroyskur uttanríkispolitikkur er eitt alment dulsmál, og at tingið ikki er kunnað um ætlanirnar hjá Uttanríkisráðnum. Hann sigur, at “formliga eigur landsstýrismaðurin at kunna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, men hon hevur ikki fingið upplýsingar...”. Hetta er eisini ósatt.
Í fíggjarlógini er væl og virðiliga kunnað um, hvussu pengar verða nýttir. Og – sum formaðurin í Uttanlandsnevnd Løgtingsins hevur víst á – hava vit kunnað Uttanlandsnevndina frá fyrsta degi um ætlanirnar, og hava fingið góðar viðmerkingar og uppskot frá nevndarlimum í Uttanlandsnevndini. Harafturat hava verið fleiri kunningarfundir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina um átrokandi mál.
3. “Stórar játtanir til uttanríkismál”
Eisini roynir Edmund Joensen at mana fram eina mynd av, at Uttanríkisráðið brúkar so nógvan pening og hevur fingið játtað 30,7 mió. kr. á fíggjarlógini – eins og er henda upphædd nýggj og tikin frá øðrum økjum. Sannleikin er tann, at meginparturin av peninginum sum er játtaður til Uttanríkismál varð eisini játtaður í samgonguni undan, sum Edmund Joensen var partur av.
Tað, ið er játtað eyka til uttanríkismál í ár í mun til í fjør, eru góðar 4 mió. krónur – og tað er væl greitt frá, hvat peningurin fer til. Nevniliga at vinna føroyskum vinnnulívi, mentanarlívi og borgarum annars atgongd og møguleikar uttanlands, at gera handilssáttmálar og at røkja altjóða skyldur Føroya. Mál, ið allir flokkar hava sagt seg vilja fremja.
4. “Føroysk áhugamál væl røkt í hvalamálinum”
Í tíðindaskrivi fríggjadagin sigur Edmund Joensen, at føroysk áhugamál verða væl røkt í altjóða hvalaveiðinevndini, IWC, hóast Danmark atkvøður ímóti føroyskum uttanríkispolitikki og semjum, sum gjørdar eru. Hann leggur undirritaða undir at hava eina “flokspolitiska herferð móti ríkisfelagsskapinum”.
Hesi tíðindi eru bæði ósonn og óskiljandi, tí undirritaði var undan samráðnum í danska fólkatinginum um hetta mál í sambandi við báðar føroysku fólkatingslimirnar og tosaði persónliga við Edmund Joensen. Tá var hann samdur við undirritaða og landsstýrið um, at Føroyar skuldu halda fast við sína støðu í hesum prinsippmáli og hann segði seg stuðla landsstýrinum, so vit høvdu eina felags støðu í Føroyum. Kortini sigur Edmund Joensen nú, tá ein meiriluti á fólkatingi gongur ímóti teirri semju, sum annars er gjørd millum stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark, at hetta tryggjar føroysku áhugamálini – og at trupulleikin er undirritaði (!).
Støðan er hon, at ein greiða semja millum Føroyar og Grønland og donsku myndugleikarnar er brotin, tí Fólkatingið hevur valt at fylgja ES-krøvum og krøvum frá felagsskapum og londum, ið eru ímóti hvalaveiði sum heild. Hetta hóast landsstýrið hevur fylgt øllum mannagongdum og avgreitt alt eftir bókini.
Kortini velur Edmund Joensen við ósannindum at gera undirritaða og landsstýrið til trupulleikan í málinum. Hetta er markleysa ósakligt.
5. “Uttanríkisráðið og fundir”
Fyrr í ár skrivaði Edmund Joensen eisini fleiri tíðindaskriv, har hann m.a. legði undirritaða undir ikki á møta á fundum í EFTA og á einum fundi millum fólkatingslimir við ein ES-kommisér. Hóast hesi tíðindi vóru ósonn, og hóast tey vórðu rættað bæði á tingi og í almenninginum, verða tey støðugt endurtikin sum sannleikar.
Aftur til tað gamla í føroyskum politikki?
Eg ivist í, um nakar annar politikari hevði sloppið væl frá at bera so nógv ósannindi fram, uttan at verða settur til svars í almenninginum. Men helst hugsa fólkatingsmaðurin og hansara hjálparfólk, at gongur tað einaferð, so er bara at halda fram.
Spurningurin er so bert, hvat endamálið er við hesi framferð hjá Edmundi Joensen? Tey mál, ið hann velur at leggja á við ósannindum, eru mær kunnugt breið semja um í føroyskum politikki, har vit eru samd um føroysku áhugamálini.
Men hetta er helst ímyndin av tí gamla føroyska politikkinum: Har onnur lond semjast og standa saman um nøkur grundleggjandi mál í uttanríkispolitikkinum – hóast flokkarnir eru ósamdir um innanríkispolitikk – so hevur tað verið júst øvut í Føroyum. Her verða okkara viðurskifti við umheimin til alment partapolitiskt brigsl, við tí úrsliti, at vit standa veik mótvegis okkara samráðingarpørtum. Enntá – sum í hesum førum – har ongin ósemja hevur verið frammanundan og har umboð fyri allar flokkar í Uttanlandsnevndini eru samd.