Við 2.416 atkvøðum til fólkatingsvalið fyrr í ár, var Edmund Joensen klárur toppskorari hjá Sambandsflokkinum. Tað valevni, ið fekk næstflestar atkvøður var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ið fekk nærum 2.000 atkvøður færri enn Edmund Joensen.
Hóast góðu undirtøkuna frá veljaranum, so sigur Edmund Joensen, at hann hevur ongar ætlanir um at bjóða seg fram til løgtingsvalið.
- Eg havi ongar planir um at stilla upp til løgtingsvalið. Eg hevði avgjørt, at eg tók eitt tørn aftrat á Christiansborg, men eg havi aldrin ætla at stilla upp til løgtingsvalið, sigur Edmund Joensen í viðmerking til in.fo.
Edmund Joensen er ikki hvør sum helst í føroyskum politikki. Umframt at vera fyrrverandi fólkatingsmaður og løgtingsmaður, so er hann eisini fyrrverandi løgmaður og tingformaður. Tí er tað heldur ikki óvæntað, at hann hevur fingið fleiri áheitanir um at stilla upp.
- Tað trýtur ikki við áheitanum, men sum er nú, so ætli eg mær ikki at broyta hugsan.
Edmund Joensen hevur tó ikki gloymt nógvu atkvøðurnar á fólkatingsvalinum, og ásannar hann eisini, at stóri stuðulin kann fáa hann at broyta hugsan.
- Eg føli, at eg skyldi fólki nógv, og tað kann vera tað, ið fær meg at broyta hugsan. Men sum er nú, so havi eg tikið eina avgerð, og ætli mær ikki at broyta hana, sigur Edmund Joensen at enda.