Edmund bluffar aftur

Í samrøðu við Rás2 í gjár lat Edmund Joensen skína í gjøgnum, at um vit fáa eina Vinstra-stjórn í Danmark, so skulu vit nokk síggja, at blokk­stuð­ul­in hækkar.

Men hetta er líka stórt blúff, sum tað ið Edmund Jo­­ensen saman við Kaj Leo Holm Johannesen leveraði und­ir báðum valstríðunum – til fólkatingsvalið í se­p­tem­­ber í 2011 og løg­tings­val­ið í oktober 2012 – um at blokk­stuðulin skuldi hækka mill­um 130 og 200 mill­i­ónir krónur.

– So leingi Føroyar og Dan­mark hava dýr fel­ags­mál, er støddin á blokkinum »brand­aktuell«, segði Edmund Jo­en­sen, sum heldur fast við, at danski blokkurin til Før­oya eig­ur at verða »nor­m­al­i­ser­að­­ur« aftur, sum kann kall­ar tað.

Tað merkir, at blokkurin skal hækkast 150-200 mill­i­ónir krónur. Hetta er upp­hædd­in, sum blokkurin er lægri um árið av tí, at hann varð frystur fastur fyrst í hesi øldini.
Landsstýrið hevur sam­ráðst við donsku stjórnina um at hækka blokkin, men tað vildi danska stjórnin ikki hoyra talan um.

Men Edmund Joensen vón­ar, at tann næsta danska stjór­n­in ikki verið so stívrend í­móti føroyingum, sum hend­an stjórnin er.
Tí vónar hann, at Vinst­r­i­flokk­ur­in fær stjórnarvaldið aft­ur í Danmark eftir næsta fólk­a­tingsval.

– So skulu tit bara síggja, sig­ur Edmund Joensen.
Hóast Edmund stríðist sítt stríð, so er tað eingin annar, sum trýr honum. Heldur ikki hansara egni formaður, sum langt síðani hevur slept hesum vallyfti. Hann hevur enntá givið eini komandi samgongu signal um, at hon heldur ikki skal broytta blokkstuðulin, og tí hevur hann gjørt eina avtalu, sum røkkur inn í næsta valskeið.

Eingin annar flokkur í Før­oy­um trýr upp á møg­u­leikan at hækka blokk­stuð­ul­in aftur, og Vinstri flokk­urin í Danamrk hev­ur al­ment boðað frá, at hanner eins kargur, sum Javnaðarflokkurin danski.

– Tað er Fólk­a­flokkurin, sum hev­ur staðið fyri »blokk­mink­ing­ar­poli­tikkinum«, og Fólkaflokkurin og Jørgen Nicl­a­sen eru alt og eitt hjá løg­manni. So góði Edmund, her er eingin vón, hvørki í Før­oyum ella í Danmark – ella mill­um vinir og fíggindar.

– At halda fast við hatta vallyftið er at bluffa og harvið at halda veljaran fyri gjøldur.