Edla og Høgni funnu Staðið

Staðið er navnið á nýggja ungdómshúsinum í Vestmanna. Gott og væl 150 uppskot komu inn, men vinnararnir gjørdust Edla Jacobsen og Høgni Waag Høgnesen Ungdómurin í Vestmanna hevur tikið sera væl ímóti kærkomna tilboðnum, sum nýggja ungdómshúsið í bygdini er. Og nú hevur ungdómshúsið eisini fingið navn. Gott og væl 150 uppskot komu inn, tá navnakapping varð útskrivað, og vinnararnir vóru tey bæði Edla Jacobsen og Høgni Waag Høgnesen. Tey búgva síð um síð í Vestmanna, og uttan at vita av hvørjum øðrum, høvdu tey bæði latið sama navnauppskot inn: ?Staðið?.

Pauli Magnussen er leiðari á Staðnum, og hann sigur at tørvur hevur verið á hesum tilboðnum. Staðið hevur bæði sjónvarp og teldur, og Pauli Magnussen sigur, at hansara dreymur er at gera eini venjingarhøli í Staðnum eisini.