Edith Dahl Jacobsen stovnaði í gjár eina Facebook síðu, og legði fleiri løg út á hana, bæði heimagjørd og tøkuløg.
Edith er í løtuni við at gera sína bacheloruppgávu lidna innan populeran tónleik við lærda háskúlan i Liverpool. Men hon er eisini sangskrivari og sangari.
Hon sigur soleiðis um seg sjálva á Facebooksíðuni (okkara umseting):
Hey øll og vælkomin! Eg helt at tað var uppá tíðina, at eg deildi eitt sindur av mínum tónleiki við tykkum.
Sum eina sangari og sangskrivari úr Føroyum, havi eg sungið so leingið, sum eg minnist og byrjaði at skriva mínar egnu sangir fyri nøkrum árum síðan.
Míni tónleikaligu áhugamál hava latíð verið víttfevnd, tí er trupult at vísa ein bólk ella tónleikara, ið hevur ávirka meg mest.
Eg trúgvi uppá vakurleikan í øllum tónleiki á rættari tíð og stað, og at vit fáa íblástur av øllum møguligum tónleiki Men tað sagt, so má eg siga, at eg havi fingið nógva gleði úr at lurta eftir:igur Rós, Alanis Morissette, Teitur, Muse, Eric Clapton, Emeli Sandé, Incubus, Toto, Aretha Franklin, Norah Jones, Billie Holiday, John Mayer, Lena Anderssen, Jamie Cullum, klassiskum tónleiki sum heild, Coldplay, Bo Kaspers Orkester, Stevie Wonder, Nina Simone, Otis Redding og fleiri øðrum.
Longu nú liggja nógv løg á Facebook síðuni, ið tú finnur her
Men Edith lovar at halda áfram at leggja tónleik út.