Edith við framsýning og verkstaði

Hósdagin 3. desember lata dyrnar upp í Dr. Jakobsensgøtu 5 í Havn við eini listaframsýning og livandi verkstaði.

Tað er listakvinnan Edith Mørkøre, ið hevur framsýningina og verkstaðin, sum verða opin allan desember mánað.


Edith málar út frá menniskjaligum virðum, og á framsýningini verður abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til málningarnar hevur hon frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri. Meira fæst at vita á heimasíðini www.EdithArt.com.