Edith Petersen 65 ár

Í dag, 4. august verður ein kend klaksvíkskona, 65 ár  Edith Petersen.

Tey, sum kenna hana vita, hvussu stóran áhuga hon hevur í øðrum menniskjum. Og tey munnu eisini vita, hvussu lætt sinnalag hon hevur. Tú skalt ikki hava verið leingi saman við henni, fyrrenn øll sita í skellilátri. Men Edith er eisini ein kvinna, sum tosast kann við um álvarsmál.
Tey seinastu 25 árini hevur Edith havt sum arbeiði at vaska í Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík. Henda 25 ára dagin, sum var 1. mars í ár, varð henni tí víst heiður fyri hetta trúfasta arbeiðið.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tey í barnagarðinum hava verið sera væl nøgd við tað, sum Edith hevur gjørt har.
Tey siga, at hon ofta møtir áðrenn tey seinastu starvsfólkini fara til hús fyri dagin, fyri at fáa eitt lítið prát við tey, áðrenn hon byrjar uppá sítt arbeiði.
Hóast hon hevur vaskingina um hendi, so er tað sum um at Edith hoyrir við til barnagarðin  hon er so líðandi vorðin ein partur av starvsfólkunum, og er tí eisini við tá tey m.a. hava jólaborðhaldini.
Nógv er broytt øll hesi árini, Edith hevur vaskað í barnagarðinum. At byrja við vundu tey tvøgurnar við hond, men í dag er alt meiri tekniskt við serstøkum vaskivogni og tílíkum.
Edith er gift við Thorleif Petersen og búgva tey í Líggjasarbrekku í Klaksvík. Tey eiga fimm dreingir: Torry, Jákup, Niels, Sigfrid og Thorleif Eyðun.

+ mynd