Edith Mørkøre í Lítluvík

Hósdagin letur upp nýggj listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

 

 

Tað er Edith Mørkøre, sum tá letur upp framsýningina, Manna millum, og fer listakvinnan tá at sýna fram bæði akrylmálningar og vatnlitsmyndir.

 

Framsýningin letur upp hósdagin klokkan 15, og hon verður opin til og við týsdagin.