Edith Mørkøre í Østrøm

Týsdagin 17. juli letur ein listaframsýning við Edith Mørkøre upp í Østrøm.

Í fleiri ár á rað hevur Edith havt listaframsýning í juli mánað, men í ár royna hennara listaverk seg í hølunum í 125 ára gomlu fabrikkini á Skálatrøð. Við á framsýningini eru hennara nýggjastu akrylmálningar. Íblásturin til málningarnar á framsýningini hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur í hennara umhvørvi koma út fyri.

Náttúran, vøkstur og árstíðirnar eru eisini við til at geva Edith íblástur, og hon heldur at sinnið og náttúran hava nógv til felags og renna saman í eina størri eind.

Tá ið framsýningin byrjar týsdagin kl. 16.00 verður bjóðað til kaffi/te og okkurt afturvið. Framsýningin heldur fram til og við týsdagin 31. juli.