Edith Mørkøre í Snarskivuni

Í morgin 8. mars byrjar listaframsýning við Edith Mørkøre í Snarskivuni í Havn. Á framsýningini fer hon at vísa fram abstrakta og ekspressionistiska list

Edith Mørkøre er av Argjum og búsitandi í Hoyvík. Hon hevur málað samanhangandi, síðani hon var 13 ára gomul, og hevur eisini gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.

Edith hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum kring landið seinastu árini. Hon hevur m.a. sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík á Hvítusunnu, Lions Tórshavn á ólavsøku, Nórðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Leikalund og aðrastaðni.

Seinastu áriðini hevur Edith havt listarligu uppgávurnar at prýða "Árið hjá fiskimonnum 2005" og Nýggja brettspælið "Manna", sum kom út í desembur 2006.

Fyri tíðina málar Edith mest abstrakt/ekspresionistiskt, og hetta verður tað, sum tey sum leita sær í Snarskivuna frá 8.mars til 19.apríl fáa at syggja.

Verkini á hesari framsýningini, hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnir sum viðurskifti sum rørast í tí dagliga lívinum rundan um hana er tað sum hevur givi íblástur til málningarnar hasaferð. Øll verkini eru frá 2006/07.

Fernerisering verður hósdagin 8. mars. kl. 16.00 har Gunnar Guttesen spælir klavertónleik. Øll eru vælkomin.

Opið verður annars somu tíðir sum Snarskivan hevur opið: Mánadag til fríggjadag frá kl. 9.00 til 16.00, tó hósdag frá 9.00 til 18.00.