Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík

Edith Mørkøre hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn í døgunum frá 4. til 8. desember.
Opið verður frá kl. 1500 til kl. 1900 allar dagarnar.
Á framsýningini eru umleið 30 málningar - teir flestu acryl.
Framsýningin er í trimum pørtum.
Ein partur er um hugnalig støð í Havnini. Annar partur er bíbilskur boðskapur inspireraður úr sangum.
Á loftinum í Smiðjuni eru køks- og blómumyndir.
Edith hevur áður verið við á Norðoyarstevnuframsýning og á framsýningum hjá Lions í Havn og í Esturoynni.
Í desember í fjør hevði Edith eina framsýning í Smiðjuni. Hon var væl vitjað, og hetta gav henni hug til at sýna fram aftur í ár.











.