Edith Mørkøre listaframsýning í Runavík

Í vikuskiftinum 23 – 24. og 25. novembur hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Gamla Handlinum á Heiðunum í Saltangará.

Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjum og hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála, og hevur støðugt ment seg.

Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith málar á atelierinum á Argjum. Har fólk ofta koma á gátt at hyggja eftir málningum. Hon hevur verið við á nógvum ymiskum fram-sýningum kring landið. Hon hevur millum annað sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS og Gallarí Oyggini.

Edith hevur havt listarligu uppgávurnar at prýða "Árið hjá fiskimonnum 2005" og brettspælið "Manna", sum kom út í desembur 2006, í ár er hon eisini millum teirra sum prýða “Javna kalendaran 2008” .

Til framsýningina í Runavík hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnini eru viðurskifti, sum rørast í tí dagliga lívinum, og tíðini vit liva í í dag.

Framsýningin er opin: fríggjadagin frá 14 til 20, leygardagin frá 12 til 18 og sunnudagin frá 14 til 20.

Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa til tey vitjandi, alt vikuskiftið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!!!

Málningurin vit síggja hevur heitið “Møtast” og er við á framsýningini.