Edith av Fløtum 80 ár

Í dag, týsdagin 11. november, fyllir Edith av Fløtum í Havn 80 ár

Edith er ættað úr Porkeri, foreldrini vóru Elisabeth og Dánjal Veihe, vanliga nevndur Heygabóndin.
Hon kom sum ung til Havnar tæna, har møtti hon Óla Hendrik Hansen, úr Fuglafirði, sum tá gekk til stýrimann á Føroya Sjómansskúla.

Edith og Óla Hendrik fluttu til Danmarkar í 1949 og giftust har í 1950. Meðan tey búðu í Danmark, tók Óla Hendrik skipsføraraprógv og sigldi síðan við skipum hjá KGH.

Í 1959 fluttu tey heim aftur til Føroya og búsettust Havn, har Óla Hendrik fekk starv á Skipaeftirlitinum. Í 1961 keyptu tey eina trøð úti á Fløtum í Havn, har tey síðan hava búð og fingu sær eftirnavnið, av Fløtum.

Edith hevur brúkt ein stóran part av tíð síni til at starvast í køkinum á leguhúsinum Zarepta í Vatnsoyrum. Hon byrjaði á barnalegunum við Áir í 1965 og á Zarepta síðan 1967. Sama trúfesti hava hon og Óla Hendrik víst í samkomuni í Ebenezer.

Tey eiga fýra børn: Hans, Eimy, Maud og Dorrit. Øll búgva úti á Fløtum í Havn uttan Eimy, sum býr á Argjum.

Edith og Óla Hendrik hava altíð verið sera gestablíð, og tað er sjáldan, at tey sita einsamøll við døgurðaborðið, húsið er altíð opið fyri familju, vinum og kenningum, men 80 ára føðingardagin er Edith burturstødd.