Eddie Murphy tímir ikki meira

Amerikanski sjónleikarin hevur næstan mist hugin at spæla filmar

Amerikanski sjónleikarin Eddie Murphy hevur í nógv ár spælt við í stórum og minni filmum, men nú hevur hann mest sum mist hugin at verða filmssjónleikari.

- Eg havi spælt við í næstan 50 filmum, og nú er tað við at verða soleiðis, at eg ivist í, hví eg skal spæla fleiri filmar, sigur 47 ára gamli Eddie Murphy.

Hann er í hesum døgum aktuellur við filminum Meet Dave.