Seinni var ein grein í stóru eysturíksku avísini Kronen Zeitung við eini samrøðu við kokkin í Marco Polo, Eddi Leyni, sum eigur eitt stórt savn av eysturríkskum frímerkjum.
Blaðið skrivar at føroyski stjørnukokkurin, 72 ára gamli Eddi Leyni, er eysturríkskur frímerkjakongur. Hann er kendur sum besti kokkur í Føroyum, og nógvir skandinavar ferðast langa leið fyri at smakka búffarnar hjá honum. Men Eddi er eisini eysturríkskur frímerkjakeisari. Savn hansara fevnir um eysturríksk frímerki í túsundatali - frá Arnold Schwartsnegger til Niki Lauda.
Sum skipskokkur ferðaðist Eddi kring um í heiminum, samstundis sum hann hevði brævasamband
við síni kæru heima. Einaferð kom hann fram á eitt frímerki frá Bodensee-Schiffahrt. “Eg gjørdist beinanvegin hugtikin av frímerkjunum úr Eysturríki og helt ongantíð uppat við at savna tey”, sigur Eddi Leyni sum í dag starvast í matstovuni Marco Polo í føroyska høvuðsstaðnum Tórshavn. Har hevur hann framvegis samband við Waldviertel og við hjálp frá savnaranum, tí 90 ára gamla Karl Koller, hevur hann bygt upp eitt nærum fullkomið savn av frímerkjum úr Eysturríki.
mg