Fyri fyrstu ferð nakran tíð vann Ecuador seg víðari úr bólkaspælinum í HM-kappingini, tá teir í gjár bastu Costa Rica við 3-0.
Costa Rica varð annars undan kappingini mett sum eitt av liðunum, sum væl kundi arga nakað, men móti Ecuador høvdu teir ikki tað stóra at siga. Longu eftir átta minuttum legði Carlos Tenorio Ecuador á odda, og so hevði liðið mest ynskiliga útgangsstøðið.
Costa Rica megnaði sjáldan at hótta leiðsluna, og tá Delgado tíðliga í seinna hálvleiki smekkaði bóltin í kassan til 2-0, var at kalla leyst og liðugt.
Trivaligi sigurin ber við sær, at Ecuador nú er á odda í bólki A, har eitt umfar restar. Seinasti dysturin er móti týsku vertunum, og tað er kanska væl hugsandi, at liðini her fara at spara einstakar lyklaspælarar. Lítið er tó at ivast í, at týskarar helst vilja vinna bólkin, og til hetta er kravið nú ein sigur.
Hava einki vunnið
Hóast luttøkan í 1/8-finalunum soleiðis er tryggjað, so heldur stóra stjørnan hjá Ecuador, Agustin Delgado, at liðið enn ikki hevur nakra orsøk at fegnast.
- Enn hava vit ikki vunnið nakað. Vit vilja vinna okkum so langan veg í kappingini, sum tað á nakran hátt ber til. Og so fáa vit at síggja, um nakað er at fegnast um, heldur hann.