Havgrímur Johannessen, handilsmaður, stjóri í Eclipse og pápi
------------------
Eg hevði ikki hoyrt, hvat Bogi Andreasen og Salua Manai søgdu, áðrenn Rás 2 spurdi meg, og tí fekk eg ikki høvi at koma við rættingum til teirra rongu upplýsingar um til tiltakið í Eclipse í kvøld 22. januar.
Gestirnir, sum komu í Eclipse fríggjakvøld, fingu ongar skygdar hvítar t-shirts, so eg veit eg ikki, hvat tey bæði sipa til. Gestirnir komu í sínum egnu klæðum, og skuldi tað hent, at onkur varð komin í svimjiklæðum ella klæðum, ið tú sært ígjøgnum, sleppu tey ikki í inn. Hetta eru pástandir frá fólkum, sum ikki vilja, at føroyski ungdómurin skal drekka rúsdrekka og ganga í býnum.
Tað er ikki loyvt at taka myndatól inn í Eclipse, og um fólk høvdu slíkt inn við, varð tað tikið frá teimun. Í dag hava allar telefonir myndatól, og um onkur skuldi haft telefonina í lummanum, hevði hon neyvan riggar eftir tveir minuttir í vatni og skúmi.
Tað var ikki loyvt at taka rúsandi løg við sær inn í Eclipse, heldur ikki órúsandi løg.
Salua Manai spyr, hvør tað er, sum eg vildi hava skuldi koma at hyggja at hesum stakkals gentum. Fólk fari í býin fyri at hava tað stuttligt, dansa, tosa við fólk, fáa nýggir vinir og ikki minst fyri at blíva sædd, gentur, dreingir, konur og menn.
Vit gjalda uttan at blunka nógvar pengar fyri at sleppa til Danland, aquaparkir og annað í Danmark fyri at hava tað stuttligt. Tá er mann í svimjuklæðum og bikini. Og er hetta rætt? Nei eg bara spyrji. Fríggjakvøldið vótu brúktir til samans 500 litrar av vatni.
At fólk kunna fara í sauna á G! sum ungdómsportalurin Mess, í felag við festivalin skipaði fyri í 2009, har EINKI aldursmark var, kemur undir mentan og er okey. Tað, sum eg kanska gjørdi skeivt, var, at okkara skúmserfrøðingar vóru úr Danmark og ikki Finnlandi.
Hvat elvir forboð til? Upplýsing og at læra okkara ungdóm, hvussu ein ber seg at heima, í skúla, í samkomun og á dansustøðum er rætti og einasti máti, annaðhvørt rúsað ella ikki.
Eg vil at enda níta høvi til at takka øll hesum mognu fólkunum, ið gjørdu seinasta vikuskitfið í Eclipse til tað besta ballið nakrantíð og helst eisini vátasta, bæði so og so.
Uttan hesa stóru umtalu, skúmballið fekk, á Rás 2, Sosialinum frá Boga og Saluu fríggjadagin, hevði neyvan verið útselt hjá Eclipse neyvan bæði fríggjalvøldið og leygarkvøldið.
Takk fyri!
Fyri Eclipse