Ecco Walk in Style Award 2010

Ecco letur á hvørjum ári eina virðisløn til eina kvinnu í mótaheiminum, sum er íðin innan vælgerararbeiði. Virðislønin er 250.000 kr, og tað er ein serlig dómsnevnd, ið velur vinnaran millum tær 5 tilnevndu. Í ár var tað fyrrverandi polska modellin, Ilona Felicjanska, sum vann fyri sítt stóra arbeiði við heilaskaddum børnum

Heiðurslønin varð handað av Mary krúnprinsessu, og umvegis ein tulk takkaði Ilona fyri heiðurin: -Eg eri sera ærað av at fáa hesa heiðurslønina. At hjálpa er ein náttúrligur partur av mínum lívi, afturfyri alla ta eydnu eg sjálv havi upplivað. Mín hjálparfelagskapur "Forgetmenot" hjálpir børnum við Cerebral Parese og mammum teirra. 2 út av 100 børnum fáa hesa diagnosuna, men í Póllandi hava bert 1% ráð til viðgerð og venjing, greiddi Ilona frá, tá krúnprinsessan handaði henni kekkin á 250.000 kr.

Hinar tilnevndu vóru:
* Danska Malene Birger er ein víðakendur sniðgevi, sum í nógv ár hevur arbeitt við Unicef
* Týska Dana Sweiger rekur merkið Bellybutton til barnakonur, og hevur í áravís verið knýtt at týska felagnum SterniPark e.V., ið arbeiðir við vælgernadi endamálum.
* Svenska Efva Attling, fyrverandi model og tónleikari, og núverandi sniðgevi, hevur í áravís stríðst fyri javnbjóðis rættindum fyri samkynd í Svøríki. Harumframt hevur hon verið við í bardaganum um at gera heimin til eitt betri stað.
* Norska Kari Traa var í áravís ein toppstjørna innan skikappingar, og hevur vunnið fleiri heiðursmerki m.a. á Olympisku Leikunum. Hon hevur nú egna framleiðslu av skiklæðum og hjálpir í dag ungum ski-talentum við at gerast betri og koma víðari.