Tað vera EBS/Skála og HB, sum fara at spæla steypafinalu í kvinnukappingini í fótbólti.
Tað varð greitt leygardagin. Á middegi vann HB 6-3 á heimavølli ímóti KÍ og harvið samantaldan 8-5 sigur.
Leygarkvøldið vann EBS/Skála 5-1 í Gundadali ímóti B36. Samantaldi sigurin hjá greipuvinnarunum í 2018 var harvið 9-2.
Finalan millum EBS/Skála og HB verður leygardagin 21. september.
Tað var ongantíð nakar spenningur í Gundadali leygarkvøldið. Gestirnir løgdu seg framum 1-0 í 12. minutti, tá ið Lea Lisberg setti hol á. So var EBS/Skála samantalt frammanfyri 5-1. Støðan helt sær til seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Tá økti Rúna Olsen um munin til 2-0, og so skoraði Bjarta Djurhuus tvær ferðir.
Síðsta málið hjá EBS/Skála skoraði Ansy Sevdal, tá ið tað restaðu trettan minuttir, og átta minuttir undan leikloki minkaði Emma Hansdóttir um munin til 5-1.