- Alt er møguligt í framtíðar samráðingum ? og sjálvandi avreiða vit einki sjálvræði, sigur Kaj Leo Johannesen í viðmerking til løgmann
- Eitt er at blaka pástandir út um framtíðina og at gita um, hvat ES fer at krevja av føroyingum. Men hvat høvdu føroyingar sagt, um vit fingu prógvað yvirfyri ES, at fiskidagaskipanin er ein fongur fyri Føroyar?
- Og hvat um vit fingu sannført ES-limalondini um, at tað loysir seg at brúka okkara skipan, og at fyri hvønn dag sum gongur tapa ES-limalondini hópin av peningi orsaka av, at tey ikki enn hava sett okkara fiskidagaskipan í gildi, sigur Kaj Leo Johannesen, eftir at løgmaður Jóannes Eidesgaard fyrr í kvøld á Portalinum vísti á, at um vit fylgja tilmælunum hjá Kaj Leo Johannesen, so avlevera vit allan sjálvsavgerðarrættain ? ikki til Danmarkar ? men til ES.
Men hesum er Kaj Leo Johannesen als ikki samdur í. Hann vísir á, at heimurin broytist skjótt, og hann heldur tað vera positivt, at føroyingar halda áfram at greiða ES-myndugleikunum frá, hvussu góð fiskidagaskipanin er, sum sambandslandsstýrið setti í gildi í 1996. Hann heldur, at málið eigur at vera, at ES tekur okkara skipan til sín.
- Hetta kundi ført við sær, at limalondini fóru at umsita fiskiríkidømi hvørt sær, heldur Kaj Leo Johannesen.
Formaður Sambandsfloksins heldur, at tað er avgerandi fyri framtíð Føroya, at vit víðka okkara sjónarring og tora at trína inn í altjóða samfelagið, heldur enn at byrgja okkum inni, soleiðis sum gjørt hevur verið higartil.
- Tann einasti mátin vit kunnu gerast klókari uppá, hvørjar treytir Føroyar kunnu fáa frá ES er at tingast beinleiðis við ES. Um treytirnar, ið ES setir okkum, eru órímiligar, taka vit sjálvandi ikki av tilboðnum. Men Sambandsflokkurin trýr uppá, at tað fer at bera til at fáa eina góða avtalu í lag við ES, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Vit noyðast longu sum er at lúka nógv av teimum krøvum, sum ES setir til limalondini. Men í verandi støðu hava vit eingi rættindi í ES og fáa tískil heldur ongan ágóða av at ganga undir ES-krøv.
Kaj Leo Johannesen heldur, at vit skulu sjálvsagt hvørki geva okkara fiskiríkidømi ella oljuríkidømi burtur. Men heldur enn at gita, hvørjar treytir ES fer at seta okkum, eiga vit at tingast við henda felagsskap, fyri at fáa staðfest, hvat ES hevur at bjóða føroyingum.
- Men fyrsta treytin fyri konstruktivum samráðingum er, at vit orka tankan og vilja tosa.