Ebolaóttin avblástur í Danmark á hesum sinni

Seinna blóðroyndin hjá sjúklinginum á Hvidovre sjúkrahúsi var eisini negativ.

Sjúklingurin, ið var innlagdur á Hvidovre hospital í gjár, hevur ikki ebola. Tað er staðfest, nú seinna blóðroyndin eisini vísti seg at vera negativ.

 

- Royndin er endaliga negativ, so nú upphevja vit avbyrgingina av sjúklinginum, sigur Torben Mogensen, varastjóri á Hvidovre sjúkrahúsi við DR tíðindi.

 

Les eisini Aftur illgruni um ebola í Danmark

Les eisini Ebola ikki staðfest í fyrstu blóðroyndini