Ebola kemur ikki til Føroya

– Hóast fleiri føroyskir sjómenn eru í Afrika og har um leiðir, er eingin orsøk til at stúra fyri, at ebola-farsóttin skal koma hendavegin fyri tað.

Tað sigur virkandi embætislæknin, Troels Thomsen, sum í løtuni avloysir landslæknan, Høgna Debes Joensen.

– Tað er stórt sæð bara í afrikanskum londum við veikum heilsuverki, at nakar serligur smittuvandi er í sambandi við ebola, sigur hann.

Hoyr samrøðu við Troels Thomsen við at trýsta á pílin undir myndini.