- Vit hava eitt negativt úrslit, sigur Torben Mogensen, varastjóri á Hvidovre sjúkrahúsi.
Fyrr í dag var eitt starvsfólk í felagsskapinum Læknar uttan landamørk innlagdur á Hvidovre sjúkrahús, við illgruna um ebolasmittu. Viðkomandi hevði fepur og hevði nýliga verið í Vesturafrika, har hann hevur arbeitt millum ebolasmittaði. Danskir heilsumyndugleikar mettu tí, at best var at viðgera viðkomandi, sum um at hann hevði ebola.
Nú eru úrslitini frá fyrstu blóðroyndini afturkomin, og vísa tey eingi tekin til ebola.
Vandin er tó ikki av enn. Nýggj gransking innan ebola vísir, at tað kunnu ganga nakrir dagar, frá tí at fyrstu sjúkueyðkennini eru at síggja, inntil sjúkan sæst í blóðinum.
Tí verður ein nýggj blóðroynd tikin í morginárini og svarið av henni verður væntandi klárt seinnapartin fríggjadagin. Sjúklingurin verður tí framhaldandi hildin í einsemi, og annars viðgjørdur, sum um at hann hevði ebola.