Ebola ger aftur um seg

Heimsheilsustovnurin WHO kunnger nú, at tað lívshættisliga Ebola-virusið er farið at gera um seg í afrikanska landinum Uganda. Tær seinastu vikurnar hevur ein sjúka herjað landspartin Kibaale, og fleiri fólk eru rýmd av ótta fyri at verða smittað. Nú hava kanningar á rannsóknarstovu so víst, at talan er um Ebola.

Teir ugandisku heilsumyndugleikarnir siga, at 20 fólk hava fingið smittuna, og at 14 teirra eru deyð. Tvey av teimum smittaðu eru avbyrgd, og tey skulu nú kannast nærri.

Í 2000 doyðu 224 fólk í Uganda av Ebola-sjúkuni, og enn hevur læknavísindin ikki megnað at finna nakran viðgerðarhátt ímóti sjúkuni.

Ebola-virusið varð fyrstu ferð staðfest í Kongo í 1976.