eBillett.fo selur Planet Awards atgongumerki

Planet Awards 2009 verður 27.desember í REX, og um jólini kunnu atgongumerki keypast á eBillett.fo.

 

Planet Awards bjóðar í ár til framførslur frá Páll Finnur Páll, Marius, Jógvani Hansen og Brandi Enni. Eisini verður skemt frá Jákupi Veyhe, og ein dansiframførsla frá Hóps.

Atgongumerki kunnu nú keypast í Miðlahúsinum og í TUTL, og til tey, sum heldur vilja hava atgongumerki umvegis alnótina, kann eBillett.fo nú eisini nýtast