EBG-endakapping í Vestmanna 1. apríl

EBG (European Business Game) endakapping verður í Vestamanna 1. apríl 2000. Byrjað verður kl. 10.15. Vestmanna kommuna stuðlar kappingini og Fiskivinnuskúlin tekur sær av teimum praktisku fyrireikingunum, skrivar Vinnuhúsið.

Endamálið við EBG-verkætlanini er, at næmingabólkar á miðnámsskúlunum ? við støði í einum góðum hugskoti ? skulu stovna eitt fiktivt virki. Í EBG-verkætlanini arbeiða næmingarnir í bólkum frá 3 til 5 limir, og teir arbeiða við teimum somu fyribrigdunum sum fólk, ið fara undir at stovna egið virki. Til dømis skulu næmingarnir gera ætlan fyri virkisleiðslu, starvsfólkamenning, marknaðarførðslu, fígging, rakstrarætlan og joint venture. Í eini felags evropeiskari handbók verða tey fyribrigdini, sum næmingarir skulu ígjøgnum, og tær reglurnar, sum verkætlanin verður dømd við støði í, nærri lýst.

Árið í ár er serliga spennandi fyri Føroyar, tí at tann evropæiska endakappingin verður í Føroyum tann 5-9. juli. Í stýringarbólkinum, sum skipa fyri kappingunum í Føroyum; eru: Claus Reistrup, Undirvísingar- og mentamálastýrið, Katrin Zachariasen, Føroya Handilsskúli á Kambsdali, Joan Stampe, P/F Føroya Banki og Bjørgfríð Ludvig, Føroya Arbeiðsgevarafelag.