Ebenezer-kórið syngur fyri 5000 í kvøld

70 ár eftir at tað varð stovnað, stendur Ebenezer-kórið í kvøld yvirfyri síni størstu avbjóðing nakrantíð: Saman við 450 øðrum sangarum skulu tey luttaka í serligum sangtiltaki í Royal Albert Hall

Trúfast hava teir 54 sangararnir í Ebenezer-kórinum møtt til kórvenjingar hesa seinastu tíðina, samstundis sum tey hava sæð fram til hesa páskahøgtíðina.

Tey hava vant ein hóp av sangum, teir flestu á enskum máli, men eisini nakrar føroyskar sum skulu framførast á ymiskum støðum í Onglandi hesar komandi dagarnar.

Eitt er, at tey skulu á konsertferð. Men at skulu syngja í sjálvari Royal Albert Hall, har minst 5000 fólk fara at lurta, er ein møguleiki sum fáum verður untur.

Tað er kortini júst henda forvitnisliga upplivingin og avbjóðingin, sum teimum stendur fyri í kvøld. Tá verður nevniliga eitt serstakt ?Praise Proms? í hesi heimskendu høllini, har føroyska kórið altso telur eini 10% av sangarunum.

- Hetta er nakað sum vit øll gleða okkum ómetaliga nógv til, sigur ein av sangarunum, Henry Olsen.

Kórleiðari í Ebenezer-kórinum er Jens Christian Guttesen, sum hevur leitt kórið síðani 1984. Hann avloysti tá faðir sín, Jens Guttesen sum kórleiðara.